Pláss:
21
Koffinautin tabl. 25 stk
Frágreiðing
Innihald
Diphenhydraminhydroclorid 50 mg og koffein 50 mg
Virknaður og nýtsla
Koffinautin er heilivágur, ið verður nýttur fyri sjóverk og fyri ovurviðkvæmi.
Soleiðis skalt tú taka Koffinautin
Skamtur fyri sjóverk:
- Vaksin: 1 - 2 tablettir.
- Børn í skúlaaldri: ½ - 1 tablett.
- Takast ½ - 1 tíma áðrenn fráferð. Tablettirnar virka í uml 6. tímar.
Skamtur fyri ovurviðkvæmi:
- Vaksin: 1 - 2 tablettir 3 - 4 ferðir um dagin
- Børn í skúlaaldri: ½ - 1 tablett 3 - 4 ferðir um dagin
- Børn yngri enn 7 ár og barna- og bróstakonur eiga ikki at fáa hesar tablettir uttan í samráð við lækna.
Tak ikki Koffinautin, um
- Tú ert ovurviðkvom/-kvæmur fyri diphenhydraminhydroclorid ella koffein.