Pláss:
17 og 18
Pamol tabl. 500 mg 20 stk.
Frágreiðing
Innihald
Paracetamol
Virknaður og nýtsla
Pamol er heilivágur, ið linnar pínu, sum t.d. høvuðpínu, menstruatiónspínu, tannapínu, vødda-og liðapínu. Pamol minkar eisini um fepur.
Soleiðis skalt tú taka Pamol
- Vaksin og ung eldri enn 12 ár: 1-2 tablettir í mesta lagi 4 ferðir um dagin.
- Tað skulu ganga í minsta lagi 4 tímar í millum hvønn skamt.
- Børn 2 - 11 ár: Skal gevast eftir vekt. Børn kunnu fáa 50 mg/kg/døgn býtt sundur í 3-4 skamtar.
- Børn undir 2 ár: Gev ikki børnum undir 2 ár uttan at ráðføra teg við lækna.
- Tað skulu ganga í minsta lagi 6 tímar í millum hvønn skamt.
- Gev ikki børnum Panodil í meir enn 3 dagar uttan fyrst at ráðføra teg við lækna.
Tak ikki Pamol, um
- Tú ert ovurviðkvæm/ur fyri paracetamol.
- Tú hevur livrasjúku.