Pláss:
6, 7 og 8

Panodil Junior oral suspensjón 24 mg/ml 100 ml

Frágreiðing

Innihald

Paracetamol

Virknaður og nýtsla

Panodil Junior er heilivágur, ið linnar pínu. Panodil Junior minkar eisini um fepur.

Soleiðis skalt tú geva Panodil Junior

  • Børn eldri enn 2 ár: Skal gevast eftir likamsvekt. Børn kunnu fáa 50 mg/kg/samdøgur býtt sundur í 3-4 skamtar.
  • Børn yngri enn 2 ár: Gev ikki børnum undir 2 ár uttan fyrst at ráðføra teg við lækna.
  • Tað skulu ganga í minsta lagi 6 tímar í millum hvønn skamt.
  • Gev ikki børnum Panodil Junior í meir enn 3 dagar uttan at ráðføra teg við lækna.

Gev ikki Panodil Junior, um

  • Barnið er ovurviðkvæmt fyri paracetamol.
  • Barnið hevur sjúku í livrini.