Pláss:
14, 15 og 16

Panodil tabl. 500 mg 20 stk.

Frágreiðing

Innihald

Paracetamol

Virknaður og nýtsla

Panodil er heilivágur, ið linnar pínu, sum t.d. høvuðpínu, menstruatiónspínu, tannapínu, vødda-og liðapínu. Panodil minkar eisini um fepur.

Soleiðis skalt tú taka Panodi

  • Vaksin og ung yvir 12 ár: 1-2 tablettir í mesta lagi 4 ferðir um dagin.
  • Tað skulu ganga í minsta lagi 4 tímar í millum hvønn skamt.
  • Børn 2 - 11 ár: Skal gevast eftir vekt. Børn kunnu fáa 50 mg/kg/døgn býtt sundur í 3-4 skamtar.
  • Børn undir 2 ár: Gev ikki børnum undir 2 ár uttan fyrst at ráðføra teg við lækna.
  • Tað skulu ganga í minsta lagi 6 tímar í millum hvønn skamt.
  • Gev ikki børnum Panodil í meir enn 3 dagar uttan at ráðføra teg við lækna.

Tak ikki Panodil, um

  • Tú ert ovurviðkvæm/ur fyri paracetamol.
  • Tú hevur livrasjúku.